Hetta vikuskiftið eru fýra av Føroya fremstu boksarum við til boksikappingina Tuff Nuff, sum verður hildin í Vordinborg í Danmark.
270 boksarar úr níggju londum er við í hesi kappingini.
Boksisamband Føroya og Tórshavn Boksing hava sent hesar avstað: Teitur Annand Berg, Andreas Dam Poulsen, Karstin Ljosstein Jákupson og Sebastian Sand, sum allir til dagligt íðka hjá Tórshavn Boksing.
Teir eru allir við í úrvalsbólkinum hjá Boksisambandinum, har endamálið er at byggja upp eitt ungdómslandslið.
Boksararnir vóru spendir undan fráferð. Føroyskt ferðalag hevur fyrr verið til hesa kapping, og tá var úrtøka eitt heiðursmerki úr gulli og eitt úr bronsu. Eisini hesaferð verður farið eftir at fáa okkurt heiðursmerki, skrivar Boksisambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald