
Gijón, Spania (Portalurin) - Í nátt kom føroyska ferðalgið til Asturias-økið í útnyrðingspartinum av Spania. Í størsta býnum her, Gijón, skal føroyska A-landsliðið spæla EM-undankappingardyst móti Spania sunnudagin.
Hetta er sama stað, ið Føroyar spældi ímóti Spania í HM-undankappingardysti í 1997. Tá endaði tað 3-1 til Spania; Jens Kristian Hansen skoraði fyri Føroyar.
Vanligt er, at liðini hava tíðindafund og venjing dagin fyri dyst á leikvøllinum. Soleiðis verður eisini seinni í dag; Føroyar halda tíðindafund klokkan 16.30 lokala tíð og venja so á El Molinón. Sìðani eiga sponsku stjørnurnar tørn.
Spania hevur fult stigatal fyri fimm dystir í bólki F - Føroyar hava 0. Dysturin verður leiktur í annaðkvøld klokkan 19.45 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald