Annað

Fyrsta almenna kapping í olympiskari vektlyfting

Styrkifelag Føroya skipar fyri opnari lyftikapping leygardagin.

2020-02-19 17:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsta almenna kapping í olympiskari vektlyfting verður leygardagin í hølunum hjá Tvørmegi í Havn. Nýstovnaða ítróttarfelagið, Styrkifelag Føroya, skipar fyri.

Talan er um olympiska ítrótt, har lyft verður í greinunum ”snatch” (trekk) og ”clean and jerk” (vend og stoyt) fyri bæði kvinnur og menn.

Tað verður kappast eftir IWF mannagongdum/reglum.

Í hesari kapping verður sokallaði Sinclair 1-2-3 mátistokkurin nýttur. Tey, sum lyfta mest í mun til kropsvektina, standa seg best. Ein lættur maður kann vinna á einum tyngri manni, hóast tann tyngri lyftir meira.

Tað verður møguligt at seta almenn føroysk met í ymsu vektflokkunum hjá IWF (International Weightlifting Federation).

Styrkifelag Føroya er í samstarvi við onnur um at menna hesa ítróttargrein í Føroyum. Danski landsliðsvenjarin í olympiskari vektlyfting, Frank Petersen, kemur at leggja lag á og at vera dómari í kappingini.

Styrkikappingar hava javnan verið í Føroyum – vit kenna ”Føroya sterkasta mann” og aðrar kappingar. Hetta er tó fyrsta almenna kappingin, sum er skipað undir ÍSF. Sostatt eru reglur, vit kenna frá almennu ítróttini galdandi, reglur um góðkend avrik, reglur um antidoping osfr.

Kappingarstaðið er í nýggju hølunum hjá Tvørmegi í Magnus Heinasonar Gøta 28. Innvigingin verður millum klokkan 11 og 12 og sjálv kappingin byrjar klokkan 13. Øll kunnu luttaka, einasta krav er limaskapur í Styrkifelag Føroya ella øðrum ítróttarfelagi undir ÍSF. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder