Annað

Hesir svimjarar skulu til HM, NM og NJM

Samanlagt tólv svimjarar eru úttiknir til tær tríggjar stóru kappingarnar, sum eru á skránni fyrst í desember.

Jóhanna Ólavsdóttir úr Ægir (Mynd: Svimjisamband Føroya)

Jóhanna Ólavsdóttir úr Ægir (Mynd: Svimjisamband Føroya)

2026-11-10 16:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ægir Open, sum var vikuskiftið 30 okt -1.nov, var seinasta freist at megna kravtíðirnar til millum annað HM i Kina.

Sí eisini: Fleiri góð úrslit til Ægir Open um vikuskiftið

Nú hevur Svimjisambandið kunngjørt, hvørji fýra skulu við til heimsmeistarastevuna í Kina fyrst í desember.

Starsnevndin hjá Svimjisamband Føroya hevur tikið hesa fýra út:
Ísak Brisenfeldt, 2006, HS
Líggjas Joensen, 2008, Ægir
Lea Osberg Højsted, 2008, Ægir
Jóhanna Ólavsdóttir, 2007, Ægir

HM verður í Beijing í Kina í døgunum 1-6. desember.

[object Object]
Ísak Brisenfeldt og Líggjas Joensen svimja dagliga í Danmark, og báðir skulu til HM - her sæst Ísak, eftir at hann hevði fingið tignarligastu gullnálina við stjørnu í sambandi við Ægir Open (Mynd: Svimjisamband Føroya)


Nógvir aðrir svimjarar stóðu seg væl í Klaksvík herfyri, og spennandi hópar eru eisini tiknir út til NM og NJM í Litava 4. - 6. desember.

Norðurlanda meistarakapping fyri juniorar og seniorar verður í Vilnius, og samanlagt átta føroyingar skulu kappast. Svimjisband Føroya skrivar, at avgerð er nú tikin um, at hesi eru úttikin at luttaka og umboða Føroyar:

NM
Bartal Erlingsson Eidesgaard, 2003, HS
Heini Mohr Askam, 2006, Ægir
Silas Dam Lindberg, 2008, HS
Fróði Hansen, 2008, Ægir

NJM
Tórir Olsen, 2011, Ægir
Theodor Salter, 2011, HS
Sissal Rógvadóttir, 2011, Susvim
Jórun Winther, 2011, Susvim

[object Object]
Fróði Hansen og Tórir Olsen úr Ægir í sambandi við kappingina í heimahylinum, har teir megnaðu kravtíðina (Mynd: Svimjisamband Føroya)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder