Tað gjørdist eitt langt og hart stríð um gullið, tá H71 og Kyndil hittust í FM-finalunum í Burn-deildini í fjør.
Fimm finalur skulu til, og tað var inntenst - og ofta ikki mjúkt spæl. At enda fóru teir í grønum avstað við FM-gullinum: Tí fyrsta á manssíðuni hjá Kyndli í 18 ár.
Myndir: Fyrsta FM-heitið í 18 ár
![]()
Stórur grønur fagnaður í sambandi við gullið í 2025. Kyndil hevur verið niðri á botni í deildini og vent (Mynd: Sverri Egholm)
Í fimtu og avgerandi finaluni var bert eitt mál á muni. Hinvegin var munurin stórur í steypafinaluni í februar, tá H71 partvíst lønti Kyndli FM-ósigurin.
Í Hoyvík verður tó ikki veruligt nøgdsemi aftur, fyrrenn menninir fáa føroyameistaraheitið í hús aftur. Hetta vann H71 í árunum 2022-2024, og í ár er tað ellintu ferð á rað, at mansliðið hjá H71 er í FM-finaluni.
Kyndil kann kanska spæla meira frítt, og tað var sannførandi í hálvfinalunum móti StÍF. Liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen hevur nakrar "spídseginleikar". So er spurningurin, hvør vinnur hetta slagið.
Spælt verður "best av fimm" ella "fyrst upp í trý" í FM-finalurøðunum. Hvør dystur skal avgerðast á degnum - tað vil siga, at longd leiktíð verður í kvøld, um tað stendur á jøvnum eftir 60 minuttir
Fyrsta FM-finalan í Burn-deildini byrjar klokkan 19 í Hoyvík. Tormóður Petursson Djurhuus sigur frá á FM1.
Til ber at fylgja gongdini (livescore) ovast á Portalinum - eisini frá bronsudystinum millum StÍF og VÍF. Hann byrjar á Skála klokkan 17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald