19. umfar í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í dag og í morgin:
Í dag, sunnudagin 16. august
15.00: NSÍ - EB/Streymur
15.00: HB - B68 (FM1)
17.15: 07 Vestur - B36 (FM1)
18.30: Skála - Víkingur
Mánadagin 17. august
18.30 AB - KÍ
Dysturin á Argjum er fluttur eitt stórt samdøgur vegna evropeisku uppgávurnar hjá KÍ
Liðini í topp-fimm standa sum favorittar í dag, men einki er givið - serliga ikki í 2026. Tey fýra niðasti liðini tørva øll stig í óguvliga tætta botnstriðnum, og úrslitini í dag kunnu flyta nógv.
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum. Beinleiðis frásøgn hoyrist á FM1 úr Gundadali og av Dungasandi, fylgt verður við gongdini í hinum dystunum og á klokkan 19.30 tekur Trygvi Absalonsen samanum dagin í sendingini 3. hálvleiki - við samrøðum og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald