Annað

Fyrsta undankapping til EM og HM í 2026

Føroya bestu seyðahundar fara at kappast á Viðareiði leygardagin.

2025-10-24 11:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undankappingarnar til europameistaraheitið og heimsmeistaraheitið fyri seyðahundar byrja nú leygardagin. Hetta er fyrsta kapping av sjey.

Komandi fimm vikuskiftini fara Føroya bestu seyðahundar at kappast um, hvør sleppur at umboða Føroyar til EM í Belgia og HM í Skotlandi í septembur 2026.

Fyrsta seyðahundakappingin verður á Viðareiði leygardagin 25. oktobur. Norðoya Seyðahundafelag stendur fyri kappingini, og hon verður á heimavølli felagsins á Viðareiði. 17 hundar eru meldaðir til.

Bestu hundarnir í Føroyum eru við aftur í ár. Tó verður Linn hjá Tummasi Jacobsen, ið varð á fjórða plássi seinasta kappingarár, ikki við leygardagin. Onkur nýggjur hundur er eisini at síggja, Tóroddur Vang fer at royna seg við Bráð og Tóki Berg fer at luttaka við Æsir.

Spennandi verður at síggja hvussu nýggju hundarnir fara at roynast. Øll seyðahundafeløgini, uttan Vága seyðahundafelag, eru umboað. Eysturoyar og Sundalags seyðahundafeløg eru best umboðað við ávikavist seks og fýra hundum.

Norðoya Seyðahundafelag hevur ein hund við. Veðurforsøgnin hevur ikki verið pen, fyrr í vikuni, men nú sær betur út.

Øll eru vælkomin ein túr norð til Viðareiðis at hyggja. Norðoya Seyðahundafelag bjóðar drekkamunn. Kappingin byrjar kl 08:30 og varir í einar fimm tímar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder