Gudmundur Danielsen skrivaði um vikuskiftið søgu fyri føroyska olympiska vektlyfting, tá ið hann stóð royndina sum fyrsti føroyski altjóða dómari innan IWF, International Weightlifting Federation, ið er altjóða vektlyftarasamgongan.
Gudmundur stóð royndina í IWF dómarabólki-2, næsthægstu dómaraútbúgving innan altjóða olympiska vektlyfting, við kappingina Copenhagen Weightlifting Competition. Royndin er í tveimun pørtum, einum ástøðiligum og einum verkligum.
Ástøðiliga royndin er 100 spurningar um kappingarreglur, døming og altjóða mannagongdir.
Verkliga royndin er at døma 100 lyft í altjóða kapping, meðan tríggir próvdómarar við hægstu dómaraútbúgving, bólkur-1, døma somu lyft.
Í báðum royndunum er kravið 85 prosent røtt svar og samsvar við próvdømingina. Gudmundur stóð báðar royndirnar við glans og nærum feilfrítt við 97 prosent røttum svarum. Sum skilst er hetta eitt sjáldsama gott avrik, ið prógvar høgan fakligan førleika og drúgva fyrireiking.
Nevndin í Føroya Styrkisambandi er errin av og fegin um, at Gudmundur stóð hetta týðandi dómaraskeiðið so sannførandi. Umframt at vera ein persónligur sigur er hetta eitt stórt stig framá fyri føroyska olympiska vektlyfting á altjóða pallinum.
IWF dómarabólkur-2 prógvið gevur heimild til at døma allar altjóða kappingar í heiminum so sum EM, HM og OL. Í verki eru flestu dómarar til HM og OL tó úr dómarabólki-1. Fyri at fáa hægsta dómaraprógvið krevjast minst tvey ára altjóða royndir sum bólkur-2 dómari.
Við hesum avriki hevur Gudmundur lagt lunnar undir egna víðari menning sum altjóða dómari og skapt grundarlag fyri, at Føroya Styrkisamband, sum umframt vektlyfting eisini fevnir um styrkilyfting, kúlulyfting og rørslumegi, frameftir kann menna egnar dómarar.
Føroyameistarastevnan í vektlyfting verður leygardagin 7. februar í hølunum hjá Tvørmegi CrossFit, Slættanesgøta 11. Vektlyftarafelagið Stoyt skipar fyri kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald