Hondbóltur

Fyrsti sigur á Íslandi

Sambært Handballstatz var hetta dystur nummar 24 millum A-landsliðini við kvinnum hjá londunum. Hetta var eisini fyrstu ferð, at Føroyar vunnu fyrsta dystin í slíkari EM-undankapping.

Lív Bentsdóttir Zachariasen skorar her sítt mál í sigrinum - hon spældi framúr væl í føroysku miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Bentsdóttir Zachariasen skorar her sítt mál í sigrinum - hon spældi framúr væl í føroysku miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-16 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24-22 sigurin hjá Føroyum í Reykjavík í gjár var søguligur.

Sambært hondbóltssíðuna Handballstatz og Kringvarpinum var hetta 24. ferð, at Føroyar og Ísland spældu í A-landsliðshøpi hjá kvinnum.

23 ferðir áður eru Føroyar farnar av vøllinum við tapi, men í gjár vildi unga føroyska liðið við Claus Mogensen á odda tað øðrvísi í skrásetta landsdysti nummar 100 hjá kvinnulandsliðnum.

Føroyar vístu styrki í verjuspælinum, høvdu nógv mikið at góðum álopsstøðum og prógvaðu eisini eina ávísa sinnilsliga styrki í tvey-máls sigrinum - ringu tíðarskeiðini í dystinum vóru stutt, og nógvir føroyskir spælarar vístu sítt virði á stórum palli.

[object Object]

[object Object]
Føroyskur fagnaður á og uttanfyri leikvøllin í Lambaughøllini (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: Føroyski fagnaðurin í Reykjavík

Sí eisini: Føroyar við framúr flottari byrjan uppá EM-undankappingina

Sigurin merkir, at Føroyar eftir tað fyrsta av seks umførunum liggur væl fyri í kappingini um at koma til EM-endaspælið næsta ár. Tvey tey fremstu í bólkinum koma til endaspælið, umframt at nakrir av bestu trý'arunum.

Føroyar vóru tað einasta av sjey útiliðnum, sum hetta fyrsta kvøldið av EM-undankappingini vunnu.

Hetta er fyrstu ferð, at føroysku kvinnurnar byrja eina undankapping við einum sigri. Leygarkvøldið vitjar hægst styrkismetta liðið í bólkinum, Montenegro, vitjar við Tjarnir. 

Les eisini: Eftir sigurin í Íslandi: Hava selt nógv hundrað atgongumerki afturat til heimadystin

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro

Støðan eftir 1. umfar í gjár:
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig 
----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig

Atgongumerki til Føroyar - Montenegro kunnu keypast her

Sì eisini: (Video): - Stórt at fáa debut og uppaftur størri at vinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder