Hondbóltur

Fyrstu FM-hálvfinalurnar hjá kvinnum spældar í kvøld

Neistin og Kyndil bresta saman klokkan 18 - H71 vitjar í Vestmanna, og byrjar hesin dysturin klokkan 20. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

VÍF og Kyndil spældu í steypafinaluni - nú verður spennandi, hvørji lið vera at síggja í FM-finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

VÍF og Kyndil spældu í steypafinaluni - nú verður spennandi, hvørji lið vera at síggja í FM-finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-16 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðssteðgurin hjá kvinnum er av, og nú hálvfinalurnar hjá monnum eisini eru av, skulu Neistin, Kyndil, VÍF og H71 spæla um finalupláss í SMS-deildini.

Skipanin er tann, at fyrsta liðið sum vinnur tvær hálvfinalur kemur í finaluna - tað er "best av trimum" ella "fyrst upp í tvey". 

Kyndil er rímiliga greiður favorittur í "havnarhálvfinaluuppgerðini". Tær í grønum og tær í bláum bresta fyrstu ferð saman, við finaluplássi uppá spæl, klokkan 18 í kvøld.

Tveir tímar seinni byrjar uppgerðin millum VÍF og H71, sum kann gerast ógvuliga spennandi.

Fyrstu FM-hálvfinalur hjá kvinnum 
Hósdagin 16. apríl
18.00: Neistin - Kyndil

20.00: VÍF - H71

Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum (livescore)

Um tað stendur á jøvnum í eInari hálvfinalu eftir 60 minuttir, skal longd leiktíð til. Mál í einstøku dystunum hava einki at siga: Tað snýr seg um at vinna tveir dystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder