Hondbóltur

Fyrstu føroysku málini í einari Champions League-finalu

Füchse Berlin er í trupulleikum - aftanfyri við fýra í steðginum - men Hákun West av Teigum hevur gjørt sítt í 1. hálvleiki: Trý skot, trý mál og javnsettur toppskjútti hjá týsku meistarunum.

2025-06-15 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er 16-12 til Magdeburg í steðginum í Champions League-finaluni. Füchse Berlin hevur havt stórar trupulleikar við at steðga serliga Gisla Kristjansson, tað vanta bjargingar í málinum, og í hinum endanum hevur Mathias Gidsel havt trupulleikar við at veruliga koma í gongd.

Ein stórur trupulleiki hjá Füchse Berlin er eisini, at liðið hevur brent øll síni fýra skot av strikuni - talan hevur sum heild verið um stórar møguleikar.

Hinvegin er eingin slingur í valsinum á høgra vongi. Hákun West av Teigum hevur verið púra kaldur og skorað trygt uppá øll síni trý skot. 

Trý tey fyrstu Champions League-finalumálini hjá einum føroyingi: 

1. Hákun fær bóltin, letur sum um at hann spælir aftur til høgra bakkin, men snýtur í staðin tveir, verður einsamallur, og kastar bóltin hart í netið.

2. Füchse-yvirtal. Sending út til frían Hákun, sum púra trygt skýtur inn um Hernandez.

3. Minkar um munin til 11-10 úr heilt spískum. Hákun hongur væl og skorar flott mál.

Harvið 3/3 í fyrra hálvleiki í dag og 5/5 hetta Final-Four vikuskifti. Hákun West av Teigum hevur eisini "trekt" ein álopssfeil í verjuni og ger sum heild sítt.

Sí seinna hálvleik, har Füchse skal vinna fýra mál inn, á DR2/DR TV ella á Viaplay. Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder