Innanlands

Givið avboð vegna vánaligt netsamband

Gary Anderson fær ikki luttikið í serstøku heimadartkappingini, ið PDC skipar fyri.

Gary Anderson hevur seinastu árini verið millum teir fremstu í heiminum innan dart (Mynd: EPA)

Gary Anderson hevur seinastu árini verið millum teir fremstu í heiminum innan dart (Mynd: EPA)

2020-04-17 13:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá ítróttarfólk ikki kunnu luttaka í einari kapping, er tað í flestu førum orsakað av onkrum skaða - í summum førum er talan um leikbann ella sjúku.

Nú tað eru ógvuliga fáar ítróttarkappingar kring heimin, og fólk í størsta mun skulu halda seg heima, royna ítróttarfólk at halda seg í gongd eftir besta førimuni. 

Tað verða eisini ymsar royndir gjørdar at hava kappingar. PDC, Professional Darts Corporation, ið eisini skipar fyri HM ið er hvønn desenmber mánað Alexandra palace í Londin, skipar komandi 32 dagarnar fyri dartkapping á netinum, har spælarar heimanfrá stroyma av teirra skivu.

Í PDC Home Tour spæla fýra spælarar hvørt kvøld, og dart-fjepparar kring heimin kunnu stroyma ókeypis. Fleiri heilt stórir leikarar eru við, og tað skuldi 49-ára gamli skotin, Gary Anderson eisini vera.

Men "The Flying Scotsman" hevur varnast ein stóran trupulleika: Hansara Wifi - hansara tráðleysa internetsamband - er ikki nóg gott til at stroyma við, og harvið kann hann ikki verða við. Tað hevur Gary Anderson ásannað eftir at hava gjørt royndir.

Harvið var tvífaldi heimsmeistarin noyddur til at melda avboð til serligu kappingina, og so kann hann ístaðin royna at fylgja við í kappingini - um netsamband hansara væl at merkja er nóg gott til tað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder