Hondbóltur

Góð føroysk Bundesliga-byrjan eftir EM-steðgin

Liðini hjá Vilhelmi Poulsen, Hákuni West av Teigum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vunnu - síðstnevndi fekk týðandi leiklut í tøttum sigri.

Elias var við í fleiri málum hjá Kiel, tá á stóð (Mynd: THW Kiel)

Elias var við í fleiri málum hjá Kiel, tá á stóð (Mynd: THW Kiel)

2026-02-12 11:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin 10. februar vórðu fyrstu Bundesliga-dystirnir í yvir seks vikur spældir.

Hannover-Burgdorf var eitt av fyrstu liðunum í dysti eftir EM-steðgin. Vilhelm Poulsen hevði í stóran mun verjuleiklut í dystinum, sum hansara lið avgjørdi í síðstu sekundunum: Marian Michalczik skoraði til 30-29 móti Erlangen

Tað var eisini bert eitt mál á muni, tá THW Kiel vann dramatiskan útidyst í Mannheim. Fá sekund vóru eftir, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu legði trýst á frá høgra bakki og spældi til Eric Johansson. Sviin høgdi til mitt fyri, og so var 28-27 sum varð endaliga úrslitið.

Elias spældi á júst høgra bakki móti endanum og gjørdi mun. Føroyingurin skoraði næst- og triðseinasta málið í dystinum. Samanlagt fýra mál og tvey skrásett upplegg frá nummar 71, harav fleiri móti endanum, í týðandi sigrinum á Rhein-Neckar Löwen.

Kiel er á 4. plássi - tvey stig aftanfyri Fücshe Berlin, sum er nummar tvey og hevur spælt ein dyst fleri.

Hákun og Füchse vunnu sum væntað greitt á botnliðnum Wetzlar í gjár (41-27). Føroyski vongurin spældi ikki allan dystin - hann skeyt eitt mál.

Harvið vunnu øll føroyingaliðini í fyrsta umfarinum í 2026. Spælt verður aftur um vikuskifti - millum annað stórdystur millum Kiel og Magdeburg sunnukvøldið.

Sí stigatalvuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder