Hondbóltur

Golden League: Fara til Noregs í morgin

Føroysku menninir fáa týðandi fyrireiking undan EM-endaspælinum í januar. Dystirnir verða spældir hóskvøldið, leygardagin og sunnudagin - Kringvarpið vísir teir.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu aftur stríðast við Niðurlond. Í apríl endaði tað við javnleiki við Tjarnir, og Føroyar vunnu við einum í Amsterdam-økinum. Hóskvøldið hittast liðini í Trondheim (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu aftur stríðast við Niðurlond. Í apríl endaði tað við javnleiki við Tjarnir, og Føroyar vunnu við einum í Amsterdam-økinum. Hóskvøldið hittast liðini í Trondheim (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-28 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðsvika er hjá monnum - tann seinasta í 2025. Skjótt er EM-endaspælið á skránni, og tískil er Golden League eitt gylt høvið hjá Peter Bredsdorff-Larsen og hansara monnum at fyrireika seg. 

Føroyar eru bodnar við til kappingina, har Danmark, Noreg og Niðurlond eru fast við. Hesaferð er hon í Trondheim, og hesaferð eru Føroyar ta fjórða liðið - gestalandið. Harvið fáa Føroyar dystir móti nøkrum av sterkastu liðunum í Evropa og tí besta í heiminum ein og ein hálvn mánaða undan fyrsta EM-dystinum í Oslo.

Tað eru fimm og ein hálvur mánaði síðani seinastu landsdystirnar, og tískil kunnu føroysku menninir heilt víst nýta dystirnar til nógv.

Royndu Nicholas Satchwell og Peter Krogh hava verið langtíðarskaddir. Nú eru bakspælararnir Bjarni í Selvindi (skotøksl) og Tróndur Mikkelsen (knæ) eisini úti.

Sí eisini: Helgi Hoydal avloysir Trónd Mikkelsen í Golden League-hópinum

Annars er talan um ein ógvuliga sterkan føroyskan hóp, har nógvir sjálvdan ella ongantíð hava verið so væl fyri sum nú. Tríggir, sum eru púra nýggir í A-landsliðshøpi, skulu eisini við til Noregs í morgin.

Teir 19 leikararnir, sum fara til Noregs í morgin:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Pauli Rasmussen, StÍF *
Høgni Heinason, H71 *

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR) *
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 **

* Við A-landsliðnum á fyrsta sinni
** Avloysti skadda Trónd Mikkelsen

Skráin fyri Golden League í Tróndheimi

Hósdagin 30. oktober:
kl. 17.15 Noreg – Danmark
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

Leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar

Sunnudagin 2. november:
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

Kringvarp Føroya vísir dystirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder