2019-04-11 19:35
Nú er greitt hvørji lið hittast í fjórðingsfinalunum í kappingini um løgmanssteypið.
Lutakast var í Degi & viku í kvøld, stóri spenningurin verður helst í dystinum í Gundadali har B36 tekur ímóti KÍ, og á Skála har skálamenn taka ímóti TB.
Víkingur tekur móti 1. deildarliðnum B68, og HB tekur ímóti B71, sum eisini spælir í 1. deild. Tó kann alt henda í steypakappingini.
Soleiðis verður leikt:
Víkingur - B68
HB - B71
Skála - TB
B36 - KÍ
Dystirnir verða leiktir 22. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald