Hondbóltur

Grønlandsmeistaraskapið: Tríggir føroyingar vóru á vøllinum til fyrsta dystin

Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe dømdu, og Kristoffur Bjørgvin, sum er lesandi í Sisimiut í løtuni, spældi.

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

2026-04-01 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya: Tríggir føroyingar vóru á vøllinum, tá grønlandsmeistaraskapið í hondbólti byrjaði í Sisimiut í gjár.

Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe eru bodnir at døma í kappingini, meðan Kristoffur Bjørgvin, sum er lesandi í Sisimiut í løtuni, umboðar lokala liðið SAK.


Átta lið úr ymiskum økjum í Grønlandi luttaka í endaspælinum. Spældir vera tríggir bólkadystir, og eftir tað eru avgerandi dystir um endastøðurnar á skránni.

Thomas Juul og Jógvan dømdu dystin millum SAK og GSS í gjárkvøldið og vunnu verandi meistararnir GSS úr Nuuk, 35-24. Næstu dagarnar skulu teir døma fleiri dystir.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder