Hon kom inn og átti stóran leiklut í fyrsta A-landsliðssigrinum hjá Føroyum á Íslandi, í oktober og í fjør, og síðani var Gylta Djurhuus á Neystabø eisini við til HM-endaspælið.
Ungi og evnaríki máverjin hevur hetta kappingarárið spælt væl fyri Kyndil, og var dagsins spælari i steypafinalusigrinum í februar.
Nú roynir Gylta at vera við at fáa gullið í hús fyri tær í grønum - og í gráum - og samstundis er kunngjørt, at hondbóltsframtið hennara liggur aðrastaðni enn í Kyndli. Hetta í øllum førum fyribils.
Talan er um eitt skifti til svenskan hondbólt og Skuru IK. Hetta er nú endaliga komið uppá pláss.
Felagið hevur vunnið fýra svensk meistaraheiti. Hetta kappingarárið endaði við áttanda plássi í grundspælinum í bestu svensku deildini og síðani tapi fyri Sävehof i endaspælinum.
Skuru er staðsett í Nacka, sum liggur i Stockhólm-økinum.
Talan verður um spennandi avbjöðing hjá spennandi 19-ára gamla málverjanum. Hon er tann triðja úr 2006-árganginum, sum innan stutta tíð ger sáttmála uttanlands. Umframt Kyndils-liðfelagin Joan Johannesen, fer Agatha Kjærbek Djurhuus (VB) avstað í summar. Tær báðar skulu til KA/Pór á Akureyri.
Gylta á Neystabø skal til Svørikis - í morgin spæla hon og Kyndil aðru FM-finaluna móti VÍF (klokkan 19 í Vestmanna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald