
StÍF tekur nú fetið út við mansliðnum, og sum vant verður H71 við í European Cup við bæði mans- og kvinnuliðnum.
Soleiðis hevur verið síðani 2021 - menninir vóru fyrstu ferð við í 2019.
Menninir hjá H71, sum eru steypavinnarar, skulu spæla móti RK Konjuh úr Bosnia. Hetta verður vikuskifti 12.-14. oktober ella vikuskifti eftir tað.
Hoyvíkskvinnur eru føroyameistarar. Tær fingu í lutakastinum mótstøðu úr Niðurlondum: Cabooter Fortes Venlo. Teir báðir dystirnir verða spældir síðsta vikuskifti í september ella tað fyrsta í oktober.
Ilt er at meta um, júst hvussu styrikismunurin er, men H71-liðini burdu havt ein góðan møguleika at spæla seg víðari.
Føroysku feløgini byrja í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini. Her er vanligt, at liðini spæla báðar dystirnar sama vikuskifti - í somu høll.
Samráðingar eru í gongd nú. Sum altíð roynir H71 at fáa báðar dystirnar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald