Hondbóltur

H71 er í finalunum í ølllum aldursbólkum - hjá dreingjum og gentum

- Í ár eru vit kanska serliga errin, tí hetta er fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, at vit megna at vera í 10 út av 10 møguligum ungdóms A-finalum, staðfestir Djóni Gaard Joensen.

Boas Ellefsen á Skipagøtu er ein av ungu spennandi spælarunum úr Hoyvík - hann skal bæði spæla ungdómsfinalu og vaksnamannafinalu um vikuskifti. - Vit hava ikki minst eina stóra mongd av leikarum, sum ganga høgt uppí og dáma væl at koma til venjingar og trívast í felagsskapinum, sigur venjari hansara (Mynd: Sverri Egholm)

Boas Ellefsen á Skipagøtu er ein av ungu spennandi spælarunum úr Hoyvík - hann skal bæði spæla ungdómsfinalu og vaksnamannafinalu um vikuskifti. - Vit hava ikki minst eina stóra mongd av leikarum, sum ganga høgt uppí og dáma væl at koma til venjingar og trívast í felagsskapinum, sigur venjari hansara (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-18 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er kanska trupult at peika á nakað ítøkiligt. Men eitt sera miðvíst ungdómsarbeiði er gjørt seinastu nógvu árini. Vit hava nógvar dugnaligar venjarar, sum eru knýttir at einum ella fleiri ungdómsliðum, og ikki minst eina stóra mongd av leikarum, sum ganga høgt uppí og dáma væl at koma til venjingar og trívast í felagsskapinum. Øll tingini kóka saman gevur nakað heilt serligt, sum sæst aftur, tá vit spæla dystir.

Soleiðis greiðir ítróttarstjórin í H71, Djóni Gaard Joensen, frá, tá Portalurin spyr hann, hvussu tað ber til, at hondbóltsfelagið í Hoyvík er í finalum í ølllum aldursbólkum hjá teimum - hjá dreingjum og gentum. 

H71 uppalir støðugt spælarar, sum gera vart við seg her og uttanfyri landoddarnar. Hetta sæst vanliga aftur í steypafinalunum.

[object Object]
Djóni Gaard Joensen er venjari hjá besta mansliðnum í Hoyvík, har hann eisini er ítróttarstjóri og ungdómsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Seinastu árini hava tað verið sonevndar A og B-finalur, tá steypafinaluvikuskifti hjá hondbóltinum hevur verið á skránni. Næsta vikuskifti verður eitt H71-lið at síggja í øllum tíggju A-finalunum, umframt í mansfinaluni. 

Djóni Gaard Joensen er sjálvur venjari hjá besta manliðnum hjá H71, men hann hevur eisini ábyrgd á ungdómssíðuni. At hetta árið er nakað serligt, merkist í Hoyvík, sigur ein av ársins venjarum í føroyskum ítrótti fyri 2025:

- Í ár eru vit kanska serliga errin, tí hetta er fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, at vit megna at vera í 10 útav 10 møguligum ungdóms A-finalum. Hetta merkist kring felagið og Hoyvíkina; at veruligur hondbóltsfebur er í bygdini, og fólk eru spent til komandi vikuskifti við Tjarnir.

H71 hevur í nógv ár verið best umboðaða felagi í steypafinalunum, og soleiðis er aftur í 2026: Samanlagt 11 lið av teimum 38.

Í ár er eisini hugaligt at síggja, at níggju onnur feløg í Føroyum eru umboðaði - fleiri við nógvum liðum: Nógvir dugnaligir spælarar í nógvum ymiskum búnum fara at royna seg við Tjarnir um vikuskiftið.

Leiksskráin

Fríggjadagin 20. februar:
kl. 18.30 G16: Neistin – H71
kl. 20.00 D16: H71 VB

Leygardagin 21. februar:
kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil
kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71

Sunnudagur 22. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 18.00 G18: Neistin – H71
kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder