Kyndil legði út sum eitt óløgi í aðrari FM-finaluni. Kropslig styrki og dugnasemi í verjuni, við Tórði Skorheim Guttesen og stórbjargingum í málinum, umframt effektivum álopsspæli gjørdi, at Kyndil var á odda 5-0 eftir smáar átta minuttir og 6-1 eftir níggju minuttir.
Men síðani gjørdist hetta ein dystur, sum gekk eftir høvdinum hjá hoyvíkingum. Og tað fór yvir til teirra fyritreytir. Torstein Sivertsen kom inn í málið og gjørdist skjótt heitir, vengurnir byrjaðu at skora, hoyvíkingar fingu verjumúrin laðaðan - við Peturi Krogh og Helga Hildarson Hoydal, og í løtum við Sakaris Sakarisson mitt fyri.
![]()
Mynd: Sverri Egholm
Myndir: Hoyvíkingar feldu aftur teir grønu og tevja nú FM-gullið
Peter Krogh skoraði eina løtu tvey mál á rað, og so var 8-8 (eftir 21 minuttir), og hóast William Skovsager svaraði aftur, so tóku teir í svørtum skjótt leiðsluna. Brádliga skoraðu hoyvíkingar uppá næstan alt, og í steðginum var 17-13: 17 mál uppá 23 minuttir.
Tá so H71 skoraði fýra tey fyrstu málini eftir steðgin, var so at siga leyst og liðugt. Heimaliðið gjørdi eina roynd at koma inn aftur í dystin, men liðið hjá Djóna Gaard Joensen spældi ov væl og hevði nógvar streingir at spæla uppá:
Brian Slyne hevði ein ógvuliga góðan 2. hálvleik, Jákup Egholm var tryggur og toppskjútti við sjey málum, og í verjupartinum hevði H71 serliga gott tamarhald á donsku stórspælarunum hjá føroyameistarunum: Tobias Thisen og William Skovsager skoraðu bert eitt mál hvør í "opnum spæli" - Skovsager skoraði fýra brotskøst.
At enda sjey mál á muni.
![]()
Brian Slyne gekk serliga á odda eftir stegðin í bakketuni hjá H71
Góðskan hjá H71 sæst á øllum mótum, og útfrá dystarmyndini størsta partin av aðru hálvfinaluni, er ilt at ímynda sær annað, enn at H71 avgerð alt leygarkvøldið, tá Kyndil vitjar í Hoyvík (Klokkan 19 - á FM1). Tá kann tað gerast 3-0 og harvið liðugt - FM til Hoyvíkar.
Talan verður tó um púra nýggjan dyst, og Kyndil hevur einki at missa. Liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen var eisini ógvuliga nær við at vinna fyrstu FM-finaluna, sum var í Hoyvík. Teir skulu í øllum førum vísa aðrar taktir enn seinastu umleið 50 minuttirnar í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald