Hondbóltur

H71 kveistraði VÍF til viks og er aftur í einari finalu

Eingin spenningur var í seinna hálvleiki í triðju og avgerandi FM-hálvfinaluni í Hoyvík: 31-18 og harvið skulu H71 og Kyndil aftur spæla um eitt steyp.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-15 20:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF vann tí fyrstu FM-hálvfinaluna eftir stórt drama og longda leiktíð í Vestmanna. Men í teimum báðum hálvfinalunum í Hoyvík hevur eingin ivi verið - serliga ikki í kvøld: H71 hevur verið greitt omaná í heimadystinum, og í triðju og avgerandi FM-hálvfinaluni varð munurin heili 13 mál.

Filip Jojic skoraði annars tvey tey fyrstu málini í dysinum. H71 tók síðani yvir, fekk spælið at flóta og vann næstu níggju minuttirnar 6-2.

Síðani kom eitt tíðarskeið, har heimaliðið sá leitandi út og skoraði fá mál: Í eitt tíðarskeið á beint yvir 10 minuttir, fór bólturin bert eina ferðir framvið Brandi Silvurstein.: Hann og verjan stóðu væl, og hóast máltíttleikin hjá VÍF ikki var stórur, so var tætt til beint fyri steðgin.

Men H71 fekk gongd í aftur. Toppskjúttarnir hjá liðnum og í dystinum, Boas Ellefsen á Skipagøtu og Jákup Egholm, fingu tvey mál hvør seinastu løtuna fyri steðgin. 14-11, tá liðini fóru at hvíla seg, og so gjørdist tað ikki spenningur í Hoyvík ella í røðini aftur.

[object Object]Jákup Egholm (í miðjuni) var við at syrgja fyri, at hetta ikki varð seinasti dystur hansara við H71 á hesum sinni: Vinstri vongurin skoraði níggju mál - hann var eisini toppskjútti í finalu nummar tvey leygarkvøldið 

Skjótt fór H71 frá. Eftir 45 minuttir var 22-15, og VÍF skoraði bert sjey ferðir eftir steðgin. 

Micah Wardum Ragnarsson í málinum og skiftandi verjusamansetingar gjørdu tað tungt fyri vestmenningar, og tað endaði við stórsigri til H71 í avgerandi hálvfinaluni.

[object Object]Michac Wardum Ragnarsson við tvísiffraðum tali av bjargingum - blaðundi málverjin man banka á A-landsliðshurðina, nú Alseksandar Sasha Lacok er skaddur (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið er greitt, at hoyvíkingar aftur skulu spæla FM-finalur - og aftur spæla um gull móti Kyndli. Tað eydnaðist ikki í spennandi FM-finalurøðini í fjør, men í steypafinaluni í februar vann H71 greitt á teimum í grønum.

Fyrsta FM-finalan hjá monnum verður spæld leygarkvøldið 18. apríl. Kvinnurnar spæla sínar fyrstu hálvfinalur í morgin - har hittast VÍF og H71 eisini (Klokkan 20)

FM-hálvfinala, tann triðja av trimum 
Hoyvíkshøllin 15. apríl
H71 - VÍF 31-18 (14-11)

Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 6-4
15 min: 8-6
20 min: 9-7
25 min:10-8
30 min: 14-11
35 min: 17-13
40 min: 20-15
45 min: 22-15
50 min: 24-16
55 min: 28-17
60 min: 31-18

Toppskjúttar:
Jákup Egholm, 9 mál, og Boas Ellefsen á Skipagøtu, 8 mál

Sí meira um dystin her - dómaraseðil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder