Hondbóltur

H71 tapti fyrra dystin greitt - hoyvíkingar í Champions League stóðu seg væl

Tað gjørdist tungt hjá H71 í Bosnia eftir reytt kort til Peter Krogh, og tað verður tungt at koma víðari í Europa Cup. Óli Mittún og Hákun West av Teigum skoraði í kvøld samanlagt átta mál í CL - hæddarpunkt síggjast her.

Óli Mittún í H71-tíðini. Nú ger hann vart við seg í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún í H71-tíðini. Nú ger hann vart við seg í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-16 22:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um eitt blandað evropeiskt kvøld hjá hoyvíkingum.

Hjá einstaklingunum gekk væl í 5. umfari í bólkaspælinum. Füchse Berlin heldur fram við sínari sigursrøð í kappingini - fimm sigrar av fimm møguligum - og Hákun West av Teigum skoraði trygt uppá øll síni trý skot í 38-27 sigrinum á norska Kolstad. Føroyski høgri vongurin hevur verið so at siga lýtaleysur í kappingini higartil fyri týsku meistarnar.


Her ber til at síggja málini - á Siggi Channel á Youtube

Í Zagreb vann GOG lyklasigur. Óli Mittún spældi ein góðan dyst - við millum annað fimm málum og fleiri uppleggum og har var nógv ferð og góðska í GOG-spælinum. GOG streykt avstað fyri steðgin, serliga fyrstu smáu tjúgu minuttirnar, og legði grundarlagi við 19-11 leiðslu í steðginum.

Danska liðið hevur nú vunnið bæði í Kroatia og í Norðurmakedónia, og tað eru helst júst Balkan-liðni, sum Óli og teir skulu halda aftanfyri seg fyri at koma víðari.


Sí hæddarpunkt úr Kroatia her - millum annað góð mál og upplegg hjá Óla Mittún - her

Sí støðurnar í teimum báðum Champions League bólkunum her

Barndómsfelagið hjá landsliðsúrmælingum spældi European Cup-dyst í Bosnia. Talan var um fyrra dystin í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini. 

Ilt var at meta um møguleikarnar áðrenn, men tað vísti seg skjótt at verða tungt hjá H71 í evropeiska dystinum. Tað hjálpti ikki, at Peter Krogh fekk beinleiðis reytt kort eftir bara seks minuttir. Hoyvíkingar fingu ikki veruliga fatur og taptu við átta málum. Í steðginum var 17-14 til heimaliðið.

Harvið verður ógvuliga trupult at venda tí leygarkvøldið, tá seinni dysturin verður - eisini í høllini hjá RK Konjuh Živinice við larmandi heimaáskoðarum.

Jákup Egholm varð topskjútti hjá H71 í kvøld við fimm málum. Vongurin hinumegin, Jón Rói Mohr Høgnesen, skoraði fimm mál. Í mogtin, fríggjadagin 17. oktober, spælir StÍF torføran útidyst móti HC Vojvodina.

Til ber at síggja allan dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder