
Tað var góður hondbóltur, góðar bjargingar, inntensitetur og stórur spenningur í týska stórsteypadystinum hjá monnum.
Hann var í München í gjár, og ein føroyingur var á hvørjum liði.
Hákun West av Teigum skoraði uppá báðar sínar skotroyndir - báðar í fyrra hálvleiki. Harvið gjørdi hoyvíkingurin á høgra vongi sítt í sigrinum.
Einki av hesum skotunum er við í samandráttinum her, men tað eru tvey frek mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, umframt fleiri upplegg.
Les eisini: Elias skein í stórsteypadystinum - men brendi avgerandi brotskastið
Nummar 71 slapp at stjórna Kiel-spælinum í stórum pørtum av dystinum - eisini í nøkrum yvirtalsstøðum - og tað sá í høvuðsheitinum út sum eitt gott hugskot: Átta mál og seks upplegg var ítøkiliga úrslitið.
Elias og Mathias Gidsel vórðu javnsettir toppskjúttar í Super Cup. Tað keðiliga var, at føroyski spælskiparin brendi brotskastið, sum staðfesti Kiel-tap í brotskastskappingini.
Sí hæddarpunktini hjá DYN ovast ella her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald