Hákun West av Teigum var flúgvandi móti Aalborg Håndbol í fjórðingsfinalunum í fjør, og aftur í ár mugu Niklas Landin og hinir hjá Aalborg sanna, at tað eru knotir í føroyska høgra vonginum.
Liðini eru í bólki saman í Champions League-bólki A. Næstseinasta umfar var á skránni í gjárkvøldið, og Füchse Berlin og Aalborg spældu avgerandi dyst um 1. plássið í Gigantium í Aalborg.
Har var týska meistaraliðið omaná, og vann við fýra málum.
Hákun West av Teigum stóð seg væl í 35-31 dystinum. Føroyski høgri vongurin skoraði fimm ferðir upp á seks skot.
![]()
Ta eina brenda skotið var ein stórbjarging hjá Niklasi Landin, har Hákun annars var púra fríur.
Hetta sæst á 0.45 ovast ella á youtube-síðuni hjá Euro Handball
Beint aftaná - eftir ein minutt - sæst tó eitt frálíkt mál frá nummar 34 spiskt úr høgra horni. 23-ára gamli føroyingurin basti roynda danska klassamálverjanum við einum høggi upp í longra málhorn.
Hetta var í seinastu sekundunum í 1. hálvleiki, har Hákun West av Teigum tryggjaði Füchse eina eitt-máls leiðslu til steðgin.
Füchse Berlin var í Champions Leagu-finaluni í fjør, og er aftur í fjórðingsfinalunum. Sí hæddarpunkt frá bólkafinaluni ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald