Hondbóltur

Hæddarpunkt: Magdeburg er aftur Champions League-vinnari

Tað eydnaðist ikki hjá Hákuni West av Teigum og teimum í Füchse Berlin eisini at basa Magdeburg í hesari kappingini. Seks mál vóru á muni í Köln í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-16 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Persónliga var tað ein góð finala hjá fyrsta føroyska spælaranum í einari Champions League.

Tíverri er einki av teimum sjey málum hjá Hákuni West av Teigum við í almenna samandráttinum.

Hinvegin er annað av brendu skotunum hjá føroyska høgra vonginum, har hann fer úr spískum. Spanski Sergey Hernandez, ið stórspældi í Magdeburg-málinum, hevur í hesum førinum eina flotta duppultbjarging - tvær slíkar síggjast í hæddarpunktunum omanfyri.

Magdeburg var omaná so at siga allan dyst, og íseldningurin Gisli Kristjansson gekk á odda í álopsspælinum. Hann var eisini spælarin á vøllinum, sum skoraði fleiri mál enn Hákun West av Teigum.

Sí eisini: Magdeburg var greitt omaná í finaluni

Sí eisini: Hákun West av Teigum millum toppskjúttarnir í Champions League-finaluni


Champions League-finalan hjá monnum 2025
Í gjár, sunnudagin 15. juni

SC Magdeburg - Füchse Berlin 32-26 (12-16)

Meira sæst HER

-----------------------------------------------------------

Hákun West av Teigum í Champions League-finaluni: 
9 skot - 7 mál (78 prosent)
Ein álopsfeil "fyri"

Í hálvfinaluni í gjár var tað 2/2, og í skotum er tað harvið: 9/11 (81 prosent) fyri fyrsta Final Four-vikuskiftið hjá føroyinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder