Hondbóltur

Hákun: - Havi upplivað hvussu nógv hetta hevur at siga

- Fyri Füchse sum felag var meistaraheitið tað mest umráðandi í ár, men Champions League merkir líka nógv fyri meg. Føroyingurin og liðfelagarnir hava nú eyguni á Final Four um vikuskiftið.

- Vit rusta líka seinastu dagarnar av okkum og fyrireika okkum til hálvfinaluna móti Nantes leygardagin, sigur Hákun West av Teigum (Mynd: EPA)

- Vit rusta líka seinastu dagarnar av okkum og fyrireika okkum til hálvfinaluna móti Nantes leygardagin, sigur Hákun West av Teigum (Mynd: EPA)

2025-06-12 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er stuttligt at síggja øll onnur í Týsklandi reagera uppa meistaraheiti. Man fær veruliga sæð, hvussu nógv tað hevur at siga.

Soleiðis sigur Hákun West av Teigum við Portalin, nakrar dagar eftir, at søguliga meistarheitið hjá Füchse Berlin kom í hús. Fyrsti føroyigurin at vinna Bundesliguna hevur fingið hátíðarhilið avrikið nakð

- Vit feiraðu tað í tveir dagar nú. Vit hava tó fingið fokus á Final 4 nú.

Finl Four er endaumfarið í Champions League. Umkramt meistaraheitið kann týska høvuðsstaðarfelagið eisini vinna fremstu evropeisku kappingingina í ár - tað hevði eisini verið fyrstu ferð í søgu felagsins. Hitt hevur fylt meira, men Champions League er risastórt, staðfestir Hákun West av Teigum.

- Vit rusta líka seinastu dagarnar av okkum og fyrireika okkum til hálvfinaluna móti Nantes leygardagin. Tað hevur líka nógv at siga fyri meg. Sjálvt um at man merkir eilt týðiligt, at meistaraheitið er tað vigtigasta fyri felagið,. Men vit leikarir eru sera spentir at royna at spæla til ársins hondbólts stevnu.

Sí eisini: Hákun og Fuhse hava gjørt nakað serligt

Í fjør spældi Elias Ellefsen á Skipagøtu við í Final Four - nú er tað ein annar føroyingur føddur í 2002. Hákun West av Teigum hevur í ár verið við at gjørt nakað heilt serligt í týskum hondbólti, og hevur høgri vongurin eisini átt sín leiklut í, at liðið er komið so langt í Champions League.

Hálvfinalan móti Nantes verður leygardagin, 14. juni, klokkan 17 í Koln. Fleiri føroyingar fara at hyggja. Eydnast tað Hákuni og teimum at vinna, so bíðar finalan sunnudagin í stóru Lanexss høllini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder