
Hann var lýtaleysur í dystinum við Tjarnir sunnudagin - fimm mál uppá fimm skot umframt tvey upplegg - og hóast hann brendi nøkur skot í Kosovo, so varð Hákun West av Teigum greiður toppskjútti við 11 málum.
Sí eisini: Hákun var greiður toppskjútti og skoraði fleiri týðandi mál
Harvið skoraði 23-ára gamli høgri vongurin samanlagt 16 mál í vikuni, tá Føroyar við tveimum sigrum tryggjaðu sær fyrsta plássið í EM-undankappingarbólkinum og góða støðu til lutakastið.
Sí eisini: Føroyar standa við góðum kortum
Hetta fór ikki framvið borðinum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, sum hevur kjósað Hákun West av Teigum sum besta høgra vong í undankappingini í síðstu viku - fyri tvey tey seinastu undanumførini.
Vikuliðið. Rutger ten Velde, ið vit kenna frá dystunum móti Niðurlondum er hin vongurin, meðan franska stjørnan Melvyn Richardson er besti spælari (Mynd: EHF Euro)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald