
Teir tríggir føroyingarnir í Bundesliguni skulu í eldin í kvøld.
Tveir teirra spæla ímóti hvørjum øðrum í 4. umfari í landskappingini. Har eru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel byrjaðir væl: Fult stigatal fyri tríggjar dystir og føroyski spælskiparin hevur havt stóran leiklut. Hann er toppskjútti hjá stórfelagnum við 23 Bundesligamálum og tykist spæla við stórum sjálvsálit.
Sí øll ellivu málini hjá Eliasi í 3. umfari her
Hjá Vilhelmi Poulsen og Hannover Burgdorf hevur verið tyngri. Seinast taptu teir stórt í Flensburg, og hevur liðið tvey stig fyri trý umfør. Nú fara Vilhelm og teir eftir stóra úrslitinum.
Hoyvíkingarnir hittast í Hannover í kvøld klokkan 18. Dysturin sæst á Viaplay.
Elias Ellefsen á Skipagøtu í dysti í Kosovo. Hann hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá hetta kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)
Í Berlin skulu Hákun West av Teigum og Füchse Berlin reisast eftir annað tapi á ráð í Bundesliguni. Hetta í týðandi dysti í Champions League.
Finaluliðið frá í fjør vil vera har aftur í ár, og í bólkaspælinum snýr tað seg um at serliga royna at enda í topp-tvey. Sterka Aalborg-liðið vitjar í kvøld týska høvuðsstaðin.
Føroyski høgri vongurin fer helst at spæla 60 minuttir. Hákun West av Teigum hevur sum so gjørt sítt í sínum dystum í ár, og hevði hann í fjør millum annað ein stóran dyst í Champions League.
Füchse Berlin - Aalborg byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð, og sæst dysturin á DR2/DR TV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald