Hondbóltur

Hákun millum bestu málskjúttarnar í sigri á Kiel

Füchse Berlin vann trygt á THW Kiel, sum framvegis er uttan Elias á Skipagøtu, og harvið er stríðið við Flensburg um Champions League-pláss framvegis tætt..

Hákun West av Teigum skoraði seks mál nakrar dagar undan HM-lagnudystunum hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum skoraði seks mál nakrar dagar undan HM-lagnudystunum hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-10 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin vann Füchse Berlin seg í hálvfinaluna í Champions League, og í dag syrgdi føroyingafelagið í týska høvuðsstaðnum fyri, at tað framvegis er góður møguleiki at spæla seg í Champions League 2026/2027 við endaplássinum í Bundesliguni.

Hetta gjørdu Hákun West av Teigum og teir við tryggum sigri á útivølli móti THW Kiel.

Tað var 16-18 í steðginum - Hákun skeyt tvey tey seinastu málini í fyrra hálvleiki.

Samanlagt skeyt føroyski landsliðsprofilurin á høgra vongi seks mál, og var hetta triðflest í dystinum, sum Füchse Berlin vann 35-28. Nummar 34 hevðu 

Útiliðið fór frá eftir steðgin, og Dejan Milosavljev í málinum stóð ógvuliga væl við 15 bjargingum samanlagt.

Sí nøkur hæddarpunkt her

 

Við sigrinum er Füchse Berlin á 3. plássi, nú fýra umfør resta í av Bundesliguni. Magdeburg fer at gerast meistarar, men tað snýr seg um nú um at enda á 2. plássi, soat Champions League-pláss verður tryggjað.

Kiel er á 5. plássi og skal royna at vinna European League, har liðið er í hálvfinaluni, fyri at røkka Champions League. Kiel hevur spælt uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu síðani í seinnu hálvu av februar - fyriuttan ein dyst fyrst í februar. Skotøkslin darvar framvegis føroyska spælskiparan, sum ikki verður við til lagnudystirnar um HM-pláss móti Bosnia í næstu viku.

Sí eisini: Elias ikki við til dystirnar um HM-pláss

Tað verður Hákun West av Teigum tó, og vongurin verður sum vant ógvuliga týðandi fyri Føroyar hósdagin í Tuzla og leygarkvøldið við Tjarnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder