Hondbóltur

Hákun og Fücshe í Champions League-finaluni annað árið á rað

Vunnu 40-35 á verandi meistarunum Magdeburg, og føroyski høgri vongurin skeyt fimm mál í fimm-máls sigrinum, har finaluósigurin í fjør varð løngur aftur. Finalan verður sunnukvøldið klokkan 17.

Hákun West av Teigum var lýtaleystur í dagsins hálvfinalu: Fimm skot og fimm mál frammanfyri yvir 20.000 áskoðarum í Köln - her skorar 24-ára gamli hoyvíkingurin fyrsta málið í hálvfinaluni (Mynd: EHF)

Hákun West av Teigum var lýtaleystur í dagsins hálvfinalu: Fimm skot og fimm mál frammanfyri yvir 20.000 áskoðarum í Köln - her skorar 24-ára gamli hoyvíkingurin fyrsta málið í hálvfinaluni (Mynd: EHF)

2026-06-13 16:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hákun West av Teigum hevur aftur gjørt bart á stóra hondbóltspallinum.

Føroyski høgri vongurin skoraði fyrsta málið í dagsins hálvfinalu, og í Champions League Final Four 2026. Hákun var sum heild tryggur, stinnur og tá tað kom til skot: Lýtaleysur.

Nummar 34 hevði fimm skot í Champions League hálvfinaluni móti Magdeburg og skoraði uppá tey øll: Fýra vóru av høgra vongi og eitt var í mótálopi.

Fücshe Berlin tapti Champions League-finaluna móti júst Magdeburg í fjør, og Magdeburg vann eisini týska meistaraheitið frammanfyri Fücshe í ár. Men í dag var høvuðsstaðarfelagið omaná.

Í steðginum var 19-17, og undirhaldið helt fram hjá teimum 20,122 áskoðarunum - sum er Final Four met. Týsku stórfeløgini spældu fralíkan álopshondbólt, men eina løtu í 2. hálvleiki misti Fücshe takið.

Magdeburg fór frammum, og so var spurningurin, hvat lið fór at halda høvdið meira kalt. Tað vísti seg at vera Fücshe Berlin, har Mathias Gidsel sum so ofta fyrr gekk á odda.

[object Object]
Mathias Gidsel fegnast um eitt av sínum níggju málum í Lanxess leikhøllini (Mynd: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix )

[object Object]Dejan Milosavljev hevði eisini týðandi bjargingar móti endanum av dysinum (Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix)

Føroyingurin gjørdi sanniliga eisini sítt, og skoraði millum annað trygt til 32-32 í ógvuliga týðandi løtu í dystinum. Eftir hetta fór Fücshe frá.

Samumtikið varð munurin fimm mál: 40-35. Hetta merkir, at Hákun West av Teigum í morgin skal spæla Champions League-finalu annað árið á rað.

Finalan sunnudagin klokkan 17 verður móti Barcelona ella Aalborg, sum spæla hálvfinalu klokkan 17 í dag (DR2/DR TV ella Viaplay)

Almennu hæddarpunktini frá hálvfinaluni síggjast niðanfyri - tíverri er einki mál frá Hákuni West av Teigum við

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder