Hondbóltur

Hákun seks mál og stóran leiklut í steypafinalusigri

Annað árið á rað er ein føroyingur týskur steypavinnari. Hákun West av Teigum var ísakaldur: Skoraði uppá øll síni skot í dag, og í gjár, og var millum bestu málskjúttarnir í 42-33 sigrinum.

- Hann hevur ikki altíð so nógv at arbeiða við,  men tað er eitt gott hugskot at geva honum bólktin - føroyingurin tørvar ikki so nógv pláss. Hákun West av Teigum prógvaði aftur sínar dygdir á stórum palli hetta vikuskifti og fer úr Köln við steypagulli

- Hann hevur ikki altíð so nógv at arbeiða við,  men tað er eitt gott hugskot at geva honum bólktin - føroyingurin tørvar ikki so nógv pláss. Hákun West av Teigum prógvaði aftur sínar dygdir á stórum palli hetta vikuskifti og fer úr Köln við steypagulli

2026-04-19 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum væntað gjørdist Füchse Berlin seinnapartin týskur steypavinnari 2026.

Bergischer vann í gjár púra óvæntað á Champions League-vinnarunum og helst komandi týsku meistarunum, Magdeburg, men liðið á 15. plássið í heimsins sterkastu deild fekk ikki eisini koppað verandi týsku meistarunum hetta Final Four-vikuskifti í Köln.

Bergischer fylgdi ananrs væl við størsta partin av fyrra hálvleiki, men síðani kom Mathias Gidsel av álvara í gongd. 22-17 í steðginum og skjótt í 2. hálvleiki sást, at hetta ikki fór at gerast spennandi. Samanlagt varð munurin eisini níggju mál

- Tað er eitt gott hugskot at geva Hákuni bólin

Hákun West av Teigum var í fjør tryggja fyrsta valið á høgra vongi hjá meistaraliðnum, og javngamli Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist týskur steypavinnari við THW Kiel.

Nú Füchse vann gull, var tað við føroyingi í stórum leikluti:

- Hann hevur ikki altíð so nógv at arbeiða við,  men tað er eitt gott hugskot at geva honum bólktin - føroyingurin tørvar ikki so nógv pláss.

Hetta staðfestu David Kroner og viðmerkjari hansara á TV3 MAX/Viaplay, tá Hákun West av Teigum í 13. minutti skoraði sítt fjórða mál. 

[object Object]

[object Object]
Ein ógvuliga tryggur føroyingur í Köln hetta vikuskifti: Hákun West av Teigum vísti sínar dygdir á stóra pallinum aftur (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Úr spískum, í kontra ella hvat tað var: Hákun West av Teigum var tryggur í dag.

Seks skot og seks mál = 100 prosent gagnnýtisprosent hjá høgra vonginum úr Hoyvík

24-ára gamli føroyingurin skoraði fimm mál í 1. hálvleiki, meðan dysturin var tættur, og Hákun skoraði eisini trygt, tá hann fekk møguleikan tíggju minuttir inn í 2. hálvleik.

Samanlagt níggju mál - uppá níggju skot - hjá føroyska landsliðsprofilinum: Mr. 100 prosent í stóru Lanxess leikhøllini, og kann Hákun West av Teigum nú aftur fegnast um eitt gullheiðursmerki.

Portalurin ynskir Hákuni West av Teigum tillukku við týska steypagullinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder