Hondbóltur

Hákun skein seinast hann spældi í Köln

Füchse tapti, men føroyski høgri vongurin var millum toppskjúttarnar í Champions League-finaluni í fjør. Leygardagin skal liðið hjá landsliðsprofilinum royna at løna Magdeburg tapið aftur, tá liðini spæla hálvfinalu í Lanxess leikhøllini.

2026-06-12 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 14 leygardagin, føroyska tíð, bresta tvey tey bestu týsku hondbóltsliðini seinastu árini saman í mætu Lanxess leikhøllini í Köln: Magdeburg og Füchse Berlin dystast um pláss í Champions League-finaluni.

Tað vóru hesi bæði liðini, sum spældi í sjálvari finaluni í fjør, og í sínari fyrstu Champions League-finalu skein Hákun West av Teigum. 

Føroyski høgri vongurin skeyt sjey mál, uppá níggju skot, og gjørdi tað í eyðkendum stíli. Bert íslendski Gisli Kristjansson, hjá vinnarunum úr Magdeburg, skoraði fleiri mál í finaluni.

Her ber til at lesa meira um finaluavriki¨hjá Hákuni West av Teigum - frá 15. juni 2025

Les eisini: Hákun og teir skulu royna at koma aftur í Champions League-finaluna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder