
Tveir føroyskir landsliðsprofilar spældu í kvøld í 1. umfari í Champions League.
Füchse Berlin vann sum væntað í Fraklandi. Álopsspælið hjá silvurvinnarunum frá síðsta kappingarárið fleyt væl, og liðið skeyt heili 40 mál.
Hákun West av Teigum skoraði seks av hesum. 23-ára hoyvíkingurin var tryggur av høgra vongi - hann brendi bert eitt skot og var triðbesti málskjútti hjá Füchse. Hann stjól eisini ein bólt væl í verjustøðu og legði upp til eitt mál.
Hæddarpunktini úr Nantes síggjast her. Tíverri er einki mál hjá Hákuni við, men frá 0.10 sæst støðan, tá føroyingurin á flottan hátt vinnur ein bólt í verjustøðu og sendir Marsenic avstað.
GOG hevði ógvuliga trupult við at tálma Barca, sum fyri steðgin skoraði heili 25 mál móti dønunum.
Hinumegin høvdu fyrst Emil Nielsen og síðani Viktor Gisli Hallgrímsson neyðugu bjargingarnar, og so gjørdist tað ongantíð veruliga spennandi í Katelonia.
Óli Mittún royndi tó at gera sítt í sínum fyrsta Champions League-dysti. 20-ára gamli føroyingurin varð toppskjútti hjá GOG við fimm málum - uppá seks skot.
Nummar 78 legði eisini upp til tvey mál, og har var onkur flott fríspæling.
Eitt gott mál hjá Óla sæst eftir 2.40
GOG tekur mikukvøldið 17. september ímóti ungarska Pick Szeged. Dagin eftir, hósdagin 18. september, tekur Füchse Berlin ímóti Aalborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald