Hondbóltur

Hákun var greiður toppskjútti og skoraði fleiri týðandi mál

Høgri vongurin brendi ov nógv í 1. hálvleiki, men Füchse Berlin spælarin var ísakaldur, tá á stóð. Her eru føroysku málskjúttarnir í avgerandi sigrinum, har Pauli Jacobsen átti týðandi bjargingar móti endanum.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-05-08 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin): Talan gjørdist ikki um nakran málríkan dyst her í Kosovo. 

Tað var hart spæl til tíðir, og í 1. hálvleiki høvdu Føroyar tað heldur tofrørt við at loysa upp. Eitt var at koma til møguleikarnar, men summir upplagdir málmøguleikar vóru eisini brendir.

Hákun West av Teigum átti nøkur av hesum skotunum. 23-ára gamli høgri vongurin í Hoyvík brendi fýra skot - trý av teimum Lirdon Zena í málinum og í tveimum av hesum støðum, var Hákun heldur kroystur.

Füchse Berlin-vongurin er tó heitur fyri tíðina, og Hákun West av Teigum vísti kaldleika eftir steðgin. Hetta kom serliga til sjóndar í mótálopum og úr sjey metrum: Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi tvey brotskøst, men so tók Hákun yvir - eins og móti Póllandi til EM-endaspælið.

Hann skoraði fýra av fýra seinastu 25 minuttirnar, tá Føroyar fóru framum Kosovo og vunnu sær tvey stig og EM-pláss.

Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11 mál (fýra brotskøst - av fýra)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 mál (Tvey brotskøst)
Óli Mittún 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Ísak Vedelsbøl 1 mál

EHF hevur ikki rætta talið av bjargingum, men Pauli Jacobsen hevði fýra ógvuliga týðandi bjargingar seianstu níggju minuttirnar. Undan tí hevði føroyski liðformaðurin ikki havt ein góðan dyst, men tá á stóð var 22-ára gamli hoyvíkingurin til reiðar saman við verjuni.

Dagført: 22.01

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder