Hondbóltur

Hákun West av Teigum toppskjútti og avgerandi í Ungarn

Føroyingurin í Füchse fekk bóltin meira enn vanligt, brendi eisini meira enn vanligt, men skoraði sjey ferðir og tá tað veruliga stóð á. Hákun og teir hava framvegs fult stigatal í Champions League.

Hákun West av Teigum hevði eitt stórt Champions League-kvøld (Mynd: EPA)

Hákun West av Teigum hevði eitt stórt Champions League-kvøld (Mynd: EPA)

2025-10-23 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá man sum føroyingur hyggur eftir Füchse Berlin, so er tað ikki altíð, at tað er líka spennandi. Í summum dystum fær Hákun West av Teigum ikki bóltin serliga nógv frá Mathiasi Gidsel og hinum í baktekuni.

Soleiðis er lutur vongsins eisini javnan, men í kvøld litu eyguni nógv heilt í høgru síðu. Hákun fekk ofta bóltin í hendurnar í Ungarn, har ið Füchse Berlin í heldur óruddiligum dysti syrgdi fyri, at liðið framvegis hevur fult stigatal i Champions League.

Toppskjútti í sætta sigrinum av seks møguligum hjá silvurvinnarunum í fjør var føroyingur. Hákun West av Teigum skoraði tíðliga í dystinum trygt, og tað var týðiligt, at Veszprém pakkaði seg mitt fyri, so Gidsel, Nils Lichtlein og Lasse Andersson fingu verri treytir.

Hetta gav betri treytir til nummar 34, sum eisini skoraði sjey ferðir í 32-31 sigrinum. Hákun West av Teigum hevði eisini eitt upplegg. Hetta var, tá hann fangaði ein returbólt á vonginum og spældi til Gidsel.

Seinasta málið kom, tá tíggju sekund vóru eftir. Eftir eina slaka løtu hjá Füchse við fáum málum, endaði bólturin hjá Hákuni West av Teigum. Í støðuni gav ungarska liðið 23-ára gamla føroyinginum nakað av plássi, og vónaðu teir at Mikael Appelgren bjargaði, so teir kundu fara skjótt avstað. Men Hákun var ísakaldur og smekkaði bóltin í longra málhornið.

Høgri vongurin hevði annars brent fýra av sínum 11 skotum. Hetta er lægri gagnnýtisprosent enn vanligt hjá Hákuni West av Teigum og serliga í Champions League, har hann undan dystinum í kvøld bert hevði brent tvey av 24 skotum.

Onkur av skotunum vóru ógvuliga spísk, men Appelgren las eisini føroyingin væl nakrar ferðir. Svenski málverjin hevði heili 14 bjargingar. Dejan Milosavljev í málinum hjá Füchse hevði tó tvær fleiri bjargingar (16), og týska liðið fekk tvey stig í Ungarn - við einum føroyingi í brennideplinum.

Hetta merkir at Füchse Berlin nú hevur 12 stig fyri 6 dystir í Champions League-bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder