Hondbóltur

Hákun West av Teigum er í uppskoti til ársins høgra vong í Evropa

Føroyingurin hjá Füchse Berlin er í kapping við fimm aðrar sterkar vengur. Atkvøðugreiðslan letur upp í morgin, mikudagin í Home of Handball-appini.

2026-06-16 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hákun West av Teigum hevur aftur havt eitt ógvuliga flott kappingarár, og eins og í fjør, er føroyingurin í uppskoti til at vera besti høgri vongur í Evropa.

Hetta fyri kappingarárið 2025/2026 fyri sonevnda EHF Excellence Awards. Tað hevur EHF kunngjørt í dag.

Hákun West av Teigum var aftur partur av einum sterkum Füchse Berlin-liði, sum vann seg í Champions League-finaluna.

Sí eisini: Barcelona basti Berlin í Champions League-finaluni

Høgri vengur í uppskoti:
Aleix Gómez (ESP, Barça)
Lukas Zerbe (GER, THW Kiel)
Bence Imre (HUN, THW Kiel) 
Mario Šoštarić (CRO, OTP Bank - PICK Szeged)
Kristian Bjørnsen (NOR, Aalborg Håndbold) 
Hákun West av Teigum (FAR, Füchse Berlin)

Allar tilnevningar hjá monnum og kvinnum síggjast her

Tað eru spælarar, venjarar, miðlar og fjepparar, sum kunnu atkvøða. Hvørt av hesum telur 25 prosent.

Latið verður upp fyri atkvøðum í morgin, mikudagin 17. juni klokkan 11 okkara tíð. Til ber at atkvøða til á midnátt sunnudagin 21. juni. Hetta  í Home of Handball-appini hjá EHF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder