
Tólv skot og ellivu mál. Hetta eru hagtølini, tá Hákun West av Teigum hevur roynt seg við skoti í Champions League í ár.
Hetta svarar til 91,67 prosent, og er talan harvið um eina frálíka byrjan hjá 23-ára gamla føroyinginum í fínu kappingini.
Hákun West av Teigum heldur fram, har sum hann slepti, tí hann var millum toppskjúttarnar í Champions League-finaluni í juni.
Hóast trupulleikarnar í Bundesliguni hevur Füchse Berlin nú spælt tveir dystir í Champions League-bólkaspælinum og vunnið tveir.
Í kvøld gekk tað útyvir donsku meistararnar Aalborg, sum vitjaðu týska høvuðsstaðnum.
Revarnir vóru frammanfyri so at siga allan vegin. Í stegðinum var 17-13, og tað endaði 31-28. Hákun West av Teigum skoraði seinasta málið hjá heimaliðnum, tá hann trygt setti bóltin framvið Niklas Landin - við sínum fjórða máli í kvøld.
Føroyski vongurin hevði fýra skot, so sigast má at hann gjørdi sítt. Füchse spælir aftur í Bundesliguni sunnudagin tá Melsungen vitjar. Um eina viku vitjar liðið í Póllandi í 3. umfari í Champions League-bólkaspælinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald