Hondbóltur

Hákun West av Teigum millum toppskjúttarnar í Champions League-finaluni

Skoraði sjey mál, eins og Mathias Gidsel. Bert Gisli Kristjansson, hjá vinnarunum úr Magdeburg skoraði fleiri.

Füchse Berlin tapti móti einum nakað betri liði á degnum, men føroyingurin á høgra vongi gjørdi sítt (Mynd: EPA)

Füchse Berlin tapti móti einum nakað betri liði á degnum, men føroyingurin á høgra vongi gjørdi sítt (Mynd: EPA)

2025-06-15 18:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast talan gjørdist um eitt vónbrot við 32-26 finalutapinum fyri Magdeburg, so gjørdi Hákun West av Teigum í ógvuliga stóran mun sítt á størsta pallinum, sum er fyri feløg: Í seinasta dystinum í Final Four-stevnuni í stóru Lanxess leikhøllini

Füchse hevði sanniliga sínar trupulleikar við at fáa bóltin framvið Sergey Hernandez í Magdeburg-málinum. Hann bjargaði eisini tveimum skotum hjá Hákuni, men ta seinna kom úr ógvuliga spískum, tá dysturin var avgjørdur.

Í hinum sjey førinum 23-ára gamli føroyingurin fekk bóltin, var hann púra tryggur. Hákun West av Teigum spældi eina flotta finalu, og summi av málunum komu úr spískum og við ógvuliga sannførandi skotum úr høgra horni.

Hákun West av Teigum gjørdist javnsettur toppskjútti hjá Füchse við sjey málum - Mathias Gidsel, heimsins besti spælari, skeyt eisini sjey mál.

Bert vælspælandi Gisli Kristjansson hjá Magdeburg skoraði fleiri. Íslendingurin skoraði átta mál og varð aftaná kosin sum ársins MVP (Mest virðismikli spælari) í Final Four. 

[object Object]
Málskjúttar í Champions League-finaluni

Hetta var ein stór og serstøk uppliving hjá Hákuni, sum nú hevur roynt at spælt í risastóra dystinum - og víst at hann hoyrir heima í slíkum løtum.

Füchse endar við silvurheiðursmerkjum í fyrstu Champions League-luttøku felagsins síðani 2012. Hákun West av Teigum hevur tó eitt Bundesliga-gullheiðursmerki við í viðførinum, tá hoyvíkingurin fer heim til Føroya í summarfrítíð.

Hákun West av Teigum í Champions League-finaluni: 
9 skot - 7 mál (78 prosent)
Ein álopsfeil "fyri"

Í hálvfinaluni í gjár var tað 2/2, og í skotum er tað harvið: 9/11 (81 prosent) fyri fyrsta Final Four-vikuskiftið hjá føroyinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder