
Hóskvøldið spældu Hákun West av Teigum og teir hjá Füchse Berlin ein góðan dyst í Fraklandi, tá 1. umfar í bólkaspælinum í Champions League var á skránni.
Sí eisini: Hákun skoraði seks mál í Fraklandi
Men annars sær tað ikki út til at vera tað sama undir nýggja venjaranum og ítróttarstjóranum. Nicolej Krickau hevur nú stjórnað Füchse Berlin í tveimum umførum í Bundesliguni, og í hesum hava meistararnir tapt greitt.
Seinnapartin var Gummersbach omaná. Füchse Berlin vantaði rútmu í spælinum og bjargingar í fleiri pørtum av dystinum og sum heild mótstøðuføri i verjuni. Málverjarnir hjá Gummersbach høvdu avgerandi bjargingar, og liðið hjá Guðjóni Valur Sigurðsson var omaná allan vegin.
Eina løtu sá tað út til at fara at verða heilt ljótt fyri meistararnar. Munurin í steðginum var komin niður á fimm mál, og hetta var eisini munurin, tá seinasta bríksl ljóðaði: Tað endaði 34-29.
Hákun West av Teigum skoraði seinasta málið í dystinum, og føroyski høgri vongurin gjørdi - aftur - sítt. Hann hevði tríggjar skotroyndir og skoraði trygt uppá allar.
Tað er tó helst nakað av órógvi í og kring felagið nú, og tað tykiskt vera misljóð millum Füchse Berlin-fjepparar og leiðslu felagsins.
Liðið vann stórsteypadystin og í 1. umfari og 2. umfari, tá Jaron Siewert stóð á odda. Füchse er tó longu eitt sindur afturanfyri lið sum Magdeburg, Kiel og júst Gummersbach.
Sí eisini: Øll ellivu málini hjá Eliasi í triðja sigrinum av trimum gjørligum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald