Fýra mál í steypasigri mikukvøldið og fimm mál í tryggum Bundesliga-sigri í dag.
Hetta við níggju skotum so júst við skotum,sum vengur í stóran mun verða mettir eftir, hevur Hákun West av Teigum verið 100 prosent hesa vikuna.
Høgri vongurin í Hoyvík vísti eisini sín kaldleika og sítt evni at vera tryggur úr horninum móti góðum málverjum til Golden League-kappingina í síðstu viku
Seinnapartin var Hákun lýtaleysur í Leipzig, har Füchse Berlin vann við átta málum.
23-ára gamli føroyinguin skoraði hvørjaferð, hann royndi seg móti italska Dominco Ebner. Stóri og lívliga málverjin vitjar í Føroyum til venjingardystir beint áðrenn EM-endaspælið í januar.
Hæddarpunkt frá 34-26 sigrinum hjá Füchse Berlin í Leipzig síggjast niðanfyri - tíverri er einki av teimum fimm málunum hjá Hákuni West av Teigum við
Við sigrinum hevur Füchse Berlin 16 stig fyri 11 dystir á 4. plássi í Bundesliguni - tvey stig eru upp til Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel, og trý stig eru upp til Champions League-pláss. Leygardagin hittast Füchse og Kiel í Berlin
Sí eisini: Video: Stór á Skipagøtu-framsýning í stórsigri
Liðið hjá Vilhelmi Poulsen reisti seg eftir dramatiska steypatapið mikukvøldið. Hetta við 30-29 sigri í Lemgo har avgerandi málið kom, tá trý sekund vóru eftir.
Vilhelm Poulsen spældi ikki nakran serligan leiklut í hesum dystinum, men seinast høgdi hoyvikingurin bóltin í netið fýra ferðir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald