Hondbóltur

Hallby heldur fram í best svensku deildini

Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm mál í triðja og avgerandi play-off sigrinum. Hetta var seinasti dystur hjá Pæturi Mikkjalsson fyri felagið.

Rói Ellefsen á Skipagøtu heldur fram í Hallby, og hann var í gjár við at syrgja fyri, at liðið verður verandi í bestu svensku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rói Ellefsen á Skipagøtu heldur fram í Hallby, og hann var í gjár við at syrgja fyri, at liðið verður verandi í bestu svensku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-11 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir føroyskir A-landsliðsspælarar hava seinastu dagarnar stríðst fyri lívinum hjá Hallby í bestu svensku deildini. Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pætur Mikkjalsson komu til felagið síðsta summar, og í gjárkvøldið spældu teir seinasta dystin í kappingarárinum.

Orsakað av at teir endaðu á fjórðaftasta plássi, varð neyðugt við play-off dystum móti Vinslovs úr næstbestu deildini, har tað var fyrst upp í tríggjar sigrar.

Fyrsti dysturin endaði í longdari leiktíð, har Hallby vann. Sigurin mánakvøldið var væl tryggari (+7), og í gjárkvøldið var eingin ivi í Jönkoping.

Hallby skoraði 17 mál í báðum hálvleikunum og vann 34-25. Rói á Skipagøtu skoraði fimm mál og legði upp til nøkur onnur. 20-ára gamli hoyvíkingurin hevur sáttmála við Hallby fyri næsta kappingarár eisini.

Pætur Mikkjalsson skal spæla fyri Team Sydhavsøerne í næstbestu deildini næsta kappingarárið. Hetta er felagið, har Pauli Mittún hevur spælt við í 2023/2024. Tað hevur greiðar æltlanir um at flyta upp.

Sterki strikuspælarin var darvaður av skaða í fyrra partinum av kappingarárinum í Svøríki. Pætur hevur ikki spælt so nógv seinastu tíðina, tí satsað hevur verið uppá strikuspælarar, sum halda fram í Hallby.

[object Object]Pætur Mikkjalsson til EM-endaspælið í januar, har hann hevði nógvar góðar løtur. 27-ára gamli hoyvíkingurin skiftir nú úr Noreg til Danmarkar (Savnsmynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder