Fótbóltur

Hallur Hansson nøgdur við fyrsta dystin hóast tap

Viðgongur nú, at hann setti sær ov høg mál tá hann leitaði eftir nýggjum felag í summar.

(Mynd: Vejle Boldklub)

(Mynd: Vejle Boldklub)

2021-10-19 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggi føroyingurin í Vejle Boldklub, Hallur Hansson, viðgongur, at hann helst setti sær ov høg mál, tá hann í summar royndi at finna nýtt felag eftir at hann valdi ikki at leingja við felagið AC Horsens eftir at tað flutti niður úr bestu donsku deildini.

Hallur Hansson hevur nú skrivað ein stutttíðar sáttmála við Vejle Boldklub, fyribils hetta árið út. Um vikuskiftið spældi hann sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið, tá VB tapti 3-2 á útivølli móti Brøndbyerne.

Hóast tepra tapið, er Hallur nøgdur við innsatsin, og hann trýr upp á, at úrslitini nokk skuldu koma. Sjálvur hevur hann ikki verið aktivur í felagsfótbólti síðan danska kappingin endaði í mai mánaði. Einastu dystarroyndir eru landstystirnir, sum 29 ára gamli Hallur Hansson hevur spælt á Tórsvølli í september og oktober.

Í samrøðu við Vejle Amts Folkeblad viðgongur nýggi VB-leikarin, at hann setti sær ov høg mál, tá hann leitaði eftir nýggjum felag.

- Eg havi nátt ein aldur, har eg ikki bara vildi spæla fyri at spæla. Tað skuldi vera gevandi, bæði ítróttaligt og peningaligt. Men tilboðini fækkaðust, og tað rætta kom ongantíð, ásannar spælarin nú í samrøðuni.

Hallur Hansson spældi í fimm ár við AC Horsens, har hann eisini var liðskipari. Nú spælir hann fyribils árið út fyri Vejle Boldklub. Frammanundan spælir ein annar føroyskur landsliðsleikari við Vejle Boldklub. Tað er Viljormur Davidsen, sum hevur havt sáttmála við felagið úr Vejle síðan 2013.

Vejle Boldklub hevur ikki fingið so góða byrjan upp á Superliguna í ár. Eftir tólv umfør liggur Vejle á tólvta og aftasta plássi við einans tveimum stigum. Tað eru sjey stig upp til næstaftasta pláss. 

placeholder
placeholder