
Í gjár vitjaði AC Horsens í Århus. Tað endaði við einum 2-0 tapi, men kortini var hetta ein stórur dystur fyri Hall Hansson. Hann gekk nemliga á odda, tá Horsens leikararnir fóru inn á vøllin.
27-ára gamli føroyski miðvallarin longdi sáttmálan við Horsens fyrr í ár. Tað varð annars væntað, at hann fór at skifta felag. Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens, hevur ongantið dylt fyri, hvussu nógv hann heldur av Halli, og undan dystinum í gjár kunngjørdi hann, at Hallur Hansson er nýggjur liðformaður í felagnum, eftir at gamli liðformaðurin, Sivert Heltne Nilsen er seldur.
Hallur spældi allar 90 minuttirnar í gjár, tá AC Horsens tapti 2-0 fyri AGF.