Fótbóltur

Hálvfinalistarnir skulu finnast í dag

Møguleiki er at stroyma fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum verða leiktar í dag.

B36 gjørdist í fjør steypavinnari eftir longda leiktíð og brotssparkskapping ímóti NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

B36 gjørdist í fjør steypavinnari eftir longda leiktíð og brotssparkskapping ímóti NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-18 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kl. 13:30: Síðani hendan greinin varð skrivað er dysturin við Stórá í Trongisvági millum TB og 07 Vestur fluttur til í kvøld. Hann verður bríkslaður í gongd kl. 18:45.

---

Klokkan 15 byrjar fyrsti dysturin, og ikki fyrr enn klokkan nærkast 22 í kvøld - ella seinni um longd leiktíð skal til - eru øll liðini í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið funnin.

Tað eru TB og 07 Vestur sum leggja fyri longu klokkan 15 seinnapartin. TB spælir í 1. deild meðan 07 Vestur nú í tvey ár hevur verið í Betri deildini.

Liðini, sum møtast klokkan 18 eru tvey lið, sum eru merkt av órógvi. Eftir vánaliga gongd varð HB-venjarin Kim Engstrøm mánadagin tveittur til hús, og løtu seinni var avloysari klárur, Dalibor Savic.

AB brast í gjárkvøldið eina bumbu tá fráboðan kom um, at Sámal Erik Hentze, eisini nevndur Bagge, ynskti at vera loystur úr starvi. Hetta skal - sambært AB - ikki hava nakað við umrøðuna seinastu dagarnar av sáttmálum hjá útlendskum leikarunum at gera.

Hesi bæði á hvør sín hátt kreppuraktu liðini hittast á Ovara vølli í Gunadadali klokkan 18.

Í Klaksvík taka føroyameistararnir ímóti niðurflytarunum í fjør, ÍF. Dysturin byrjar klokkan 18:30.

Á Tórsvølli klokkan 20 spæla steypavinnararnir frá í fjør ímóti tí fyrr so vanda steypaliðnum Víkingi. 

Allir dystirnir verða stroymdir á heimasíðuni stroyming.com. Til ber at keypa ein dyst fyri 75 krónur og allar fýra dystirnar fyri 133 krónur.

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið

18.45 TB-07 Vestur (Upprunaliga 15:00)
18.00 HB-AB
18.30 KÍ - ÍF
20.00 B36 - Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder