Tað eru tvey lutfalsliga jøvn lið, sum spæla venjingardyst við Tjarnir í kvøld, nú fáar dagar áðrenn bæði liðini skulu spæla HM í Týsklandi.
Føroyska liðið hevur ikki verið sannførandi í sínum álopsspæli. Nógvar skorroyndir eru brendar.
Hinvegin hevur sterka føroyska verjan til Lív Zachariassen og Pernille Brandenborg í miðjuni volt íslendingum høvuðbrýggj, tí verjan hevu rstaðið stak væl.
Niðurstøðan av fyrra hálvleiki má tí vera:
Verjan stendur seg væl – heilt væl. Málverjarnir hava eisini gjørt sítt.
Men í álopsspælinum mugu føroysku genturnar gera sær størri ómak. Høvdu tær verið meira neyvar í sínum álopsroyndum, so kundu vit saktanst verið á odda her í hálvleikinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald