Fótbóltur

Hanus Jacobsen: Krevur ein 100% innsats frá øllum leikarunum

Víkingur skal dystast í hitanum í Georgia hóskvøldi - ein hiti ið Hanus Jacobsen og hinir hava vant seg við seinastu vikuna.

Hanus Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanus Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-07-25 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur Besiktas á vitjan hóskvøldið, og Víkingur skal til Georgia. Fyri viku síðani sló HJK Helsinki Víking út úr Champions League. Hetta merkir, at Víkingur nú fær møguleikan í Evropa League.

Eftir dystin í Helsinki helt Víkingur til í Svendborg nakrar dagar, har liðið hevur fyrireika seg til uppgávuna ímóti Torpedo Kutaisi. Royndi vinstri bakkurin Hanus Jacobsen er vælnøgdur við dagarnar á Fjóni í Danmark.

- Fyrireikingarnar her í Svendborg hava verið góðar. Eg haldi, at hópurin sær út til at vera væl fyri. Allur hópurin hevur verið samlaður, har vit hava vant tvær ferðir um dagin, og annars havt eitt gott uppihald.

Dagarnar í Svendborg hava eisini givið Vikingi møguleikan at vant seg við hita.

- Av tí at hitin í Georgia sær úr til at fara at liggja omanfyri 30 hitastig, tá dysturin skal spælast, so hevur tað passað okkum væl, at kunnað venja okkum við nógvan hita. Í Svendborg hevur tað ligið upp ímóti 30 hitastigum í fleiri dagar.

Mótstøðuliðið hja Víkingi reyk eisini út úr Champions Legue. Georgiska meistarliðið er ikki so kent fyri Hanus Jacobsen og Víking, men teir vita, at talan verður um trupla uppgávu.

- Vit kenna ikki so nógv til Torpedo Kutaisi; annað enn at liðið hevur ligið í toppinum í Georgia í tvey ár, og at liðið hevur keypt onkrar leikarar inn í seinastuni eftir góðu gongdina. Tey georgisku liðini, sum hava møtt føroyskum liðum áður í europeisku kappingunum, hava vunnið samanlagt, og sum oftast stórt

Hvussu skal Víkingur so spæla dystin í Georgia hósdagin?

- Vit vita, at liðið spælir skjótan fótbólt, har tað ræður um hjá okkum at vera væl skipaðir, og umráðandi er at vit halda væl uppá bóltin, so tað ikki endar við, at vit koma at renna aftaná. Til tað tað eru 90 minuttir ov langir.

Hvat er gott úrslit at taka við til Føroyar, og hvussu uppnáa tit tað?

33-ára gamli vinstri bakkurin, ið hevur sera nógvar roynir í evropeiskim fótbólti, sigur at Víkingir skal skapa sær eitt brúkbart útgangsstøði til heimadystin í næstu viku, og Hanus droymir um stig.

- Eitt gott úrslit má vera eitt úrslit, sum vit kunnu brúka til nakað í seinna dystinum í Føroyum. Eg vil siga, at ein javnleikur er eitt gott útgangsstøði til seinna dystin, hóast ein sigur sjálvandi er ein ynskidreymur.

Spurningurin er so, hvussu liðið hjá Sigfríði Clementsen, við Hanusi og hinum, skal skaffa eitt gott útgangsstøði.

- Sum tað fyrsta mugu vit syrgja fyri at halda tætt í verjupartinum, og tað krevur, at liðið er væl skipað í verjustøðu, heilt frá fremsta til aftasta mann. Harumframt krevur tað ein 100% innsats frá øllum leikarum. Og tað eru vit til reiðar at geva.

- Síðani er umráðandi at fáa mest møguligt burturúr teimum álopum og deyðbóltstøðum, sum vit fáa undir dystinum, serliga tí hetta er útidystur, har útivallarmálini hava stóran týdning.

Víkinga-hópurin kom endaliga uppá plass í gjárkvøldið. Dysturin í morgin byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder