Tað fer nógv fram kring Vìking í løtuni. Mikukvøldið boðaði felagið frá, at Sølvi Vatnhamar hevði longt sáttálan við tveimum árum, og tá boðaði Sámal Erik Hentze eisini leikarunum frá, at hann ikki heldur fram sum venjari í felagnum. Hetta varð váttað í gjár
Les eisini: Sølvi: - Eg hoyri heima i Víkingi
Nú er greitt, at tveir av føstu leikarunum ikki halda fram komandi ár. 34-ára Hanus Jacobsen hevur spælt 30 útav 31 dystum fyri Víking í ár og 382 dystir í fremstu røð samanlagt. Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at dysturin í Trongisvági leygardagin verður tann seinasti hjá Hanusi á hægsta stigi í Føroyum.
Hanus, her í dysti móti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)
Dysturin í seinasta umfari verður allarhelst eisini tann seinasti hjá Heðini Hansen, sum hevur spælt 29 útav 31 dystum í ár, fyri Vìking á hesum sinni. In.fo skrivar seinnapartin, at stóri og tekniskt sterki miðvallarin hevur skrivað undir sáttmála við HB í vikuni. Heðin spældi 15 dystir fyri HB í fyrru hálvu í 2015, áðrenn hann skifti aftur til Víking. Gøtumaðurin hevur leikt 163 dystir í fremstu røð.
Hanus Jacobsen og Heðin Hansen vunnu FM í 2016 og 2017. og Hann hevur vunnið løgmanssteypið fýra ár á rað: Í 2012, 2013, 2014 og 2015. Umframt hetta vann Hanus steypakappingina í 2005 (við GÍ) og í 2009.
Adeshina Lawal hevur verið í Víkinig seinastu trý árini
Bolt.fo skrivar nú seinnapartin at Adeshina Lawal, og Vìkingur ikki helda fram við samstarvinum. Áleyparin hevur spælt 24 dystir í Betrideildini í ár og skorað 11 mál. 90 dystir og 40 mál fyri Víking samanlagt, eitt FM og einaferð kosin ársins áleypari í Føroyum - hesi bæði seinnu vórðu í 2017. So er spurningurin, um 35-ára gamli áleyparin heldur fram í føroyskum fótbólti.
Hagtøl: FaroeSoccer