Annað

Hava sett súkklufelag á stovn í Vágum

Fleiri og fleiri hava fingið áhuga at súkkla, og nú hildu vágafólk at tíð var uppá at stovan eitt felag til frama fyri súkklingini.

2025-08-21 22:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánakvøldið var stovnandi aðalfundur fyri at stovna súkklufelag í Vágum.

Seinastu árini hava fleiri og fleiri fingið áhugað fyri at súkkla, og nú hildu fólk í Vágum at tíð var uppá at fáa stovna eitt felag fyri súkkling í Vágum.

Fleiri súkkluáhugað vóru á stovnandi aðalfundinum hjá Vága súkklufelag, sum var hildin í Miðvági mánakvøldið.

Endamálið hjá Vága súkklufelag er at geva limum fenagsins best møguligu umstøður at súkkla.

Í fyrstu nevnd felagsins eru vald Jóanis Albert Nielsen, Jana Egholm og Per Olesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder