Kappróður

Havnarbáturin avgjørdi alt á heimasjógvi

Hann fór veruliga frá Klaksvíkingi, tá teir komu innum Molan. Havnarbáturin vann við einari bátslongd og er harvið FM-vinnari fyri fyrstu ferð síðani 2008.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-28 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir róðurin á Vestanstevnu var lagt upp til satt FM-brak á ólavsøku. 

Tað var eisini tætt eina løtu - Havnarbáturin helt Klaksvíkingi ein hálvan skut til ein skut aftanfyri seg - men tá komið var nakað innum munin, fór báturin við drekastevninum frá.

Heimafjøldin hoyrdist betri og betri, sum tað gjørdist meira og meira greitt, at FM fór at flyta seg úr Klaksvík til Havnar.

Tá Drekastevnið kom um málið var umleið ein bátslongd og 2,78 sekundir á muni. Fýrverk hoyrdist, sólir sóust, og fagnaðurin var øðiligur. 

Fýra-ára sigursrøðin hjá Klaksvíkingi er brotin, og Havnarbáturin hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð í 17 ár. Hetta eftir flottan róður í góðveðrinum tíðliga í kvøld.

Myndir og video seinni - øll úrslit síggjast á rsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder