Fótbóltur

HB bjóðar fjepparunum við á altjóða ævintýr

HB skipar fyri túri til Liverpool í Onglandi, tá teir reyðu og svørtu spæla í Wales 14. juli.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-15 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Newtown FC er mótstøðuliðið tá HB, silvurvinnarin frá í fjør, skal út í Evropa at royna eydnuna.

HB vil fegin hava fjepparar við, og bjóðar nú teimum at koma við til. Flogið verður úr Føroyum og til Liverpool í Onglandi, har gist verður í tvær nætur.

Á dystardegnum verður farið yvir um markið til Wales við bussi, og heimferðin er beint eftir dystin.

Kostnaðurin fyri túrin er 6500 krónur, sum er íroknað flogferð, gisting og buss millum Liverpool og Newtown.

Freistin at tekna seg er longu á middegi í morgin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder